Seinastu almannakunngjørdu tølini hjá Grønlands Statistik vísa, at prísirnir á rækjum, svartkalva og toski hækkaðu í 2018 í mun til 2017.
Í seinasta fjórðingsári í fjør hækkaðu prísirnir á týdningarmestu fiska-og skeljasløgum við millum tveimum og 14 prosentum.
- Prísirnir á rækjum hækkaðu við seks prosentum, prísirnir á svartkalva við tveimum prosentum, og prísirnir á toski hækkaðu við 14 prosentum.
Sermitsiaq skrivar, at útrokningin vísir prísstøðið, sum vørurnar hava, tá tær fara úr Grønlandi og út til keyparalondini.