Ferðaavgjaldið í Grønlandi fer upp í 525 krónur komandi ár. Grønlendska Landstingið skuldi í dag taka avgerð um eitt uppskot frá Landsstýrinum, sum hækkaði ferðaavgjaldi við 75 krónum, fyri tey sum koma til Grønlands við ferðamannaskipum.
Meirinntøkan hjá Grønlendska landskassanum verður mett til 1,9 mill., um uppskotið varð samtykt. Væntandi koma 24.000 ferðafólk við ferðamannaskipum til Grønlands í 2009. Ferðaavgjaldið fer úr 450 kr. upp í 525 kr. fyri hvørt ferðafólk.
Meirinntøkan skal brúkast til at betra um umstøðurnar hjá ferðafólkum, sum koma við teimum stóru ferðamannaskipunum, tað er serliga í Kangerlussuaq, Qaqortoq, Ilulissat og Nuuk at ábøtur eru neyðugar, skrivar KNR.