Grønlendska fiskivinnufelagið, Arctic Prime Fisheries, sum hevur virkir í Nanortalik og Qaqortoq, og sum eisini rekur fiskiskap við trolaranum, Ilivileq, fær aftur í ár lut í makrelkvotunum í Eysturgrønlandi.
Í fjør varð felagið strikað av listanum yvir reiðaríið, sum fingu makrelkvotu, og tað var landsstýrismaðurin, Karl-Kristian Kruse, sum einsamallur tók hesa avgerð, hóast hansara egna ráð hevði viðmælt eisini at lata kvotu til Arctic Prime Fisheries.
- Í ár er útlutingin av kvotunum farin fram uttan politiska íblanding, tí útskrivingin av valinum, sum júst hevur verið í Grønlandi, hevði við sær, at landsstýrið bert virkaði sum ein starvsstjórn, og tí er tað grønlendska fiskimálaráðið, sum objektivt hevur útlutað kvoturnar.
Sermitsiaq.ag skrivar, at nú er so Arctic Prime Fisheries, sum hevur luttikið í makrelfiskiskapinum, síðan hesin fiskiskapur byrjaði í Eysturgrønlandi, við aftur á listanum yvir reiðarí, sum hava fingið tillutað makrelkvotu.
Eins og onnur feløg, hevur Arctic Prime Fisheries fingið í sín lut eina makrelkvotu á stívliga 4.635 tons, sum skulu fiskast við trolaranum, Ilivileq.
Stjórin í Arctic Prime Fisheries, Hentzar Petersen, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til tað, sum hendi í fjør við útlutingini - ella um tað, sum sermitsiaq.ag rópar "berufsverbot" móti felagnum. Hann hevur heldur valt at hyggja frameftir:
- Vit eru fegin um kvotuna í ár, og vit eru til reiðar at fara til fiskiskap, tá makrelurin kemur til Eysturgrønlands. Vit vóna, at fiskiskapurin fer at gangast væl, soleiðis at vit klára at fiska tillutaðu kvotuna, sigur Hentzar Petersen.