Tað verður neyðugt við munandi neyvari hernaðarligum eftirliti í Grønlandi, tá ísurin kring landið hvørvur Tað er niðurstøðan hjá donsku verjunevndini, skrivar Ritzau, og Danski Fólkaflokkurin er av teirri áskoðan, at Danmark eigur at fáa sær flogstøð og stríðsflogfør í Grønlandi.
-Vit skulu vera har, millum annað við stríðsflogførum, sigur verjupolitiski framsøgumaðurin hjá DF, Ib Poulsen, við danska kringvarpið. Hann heldur ikki, at tey donsku verjuskipini, sum eru í Grønlandi, megan at loysa eftirlitsuppgávurnar í framtíðini.
Helge Adam Møller, sum er verjupolitiskur framsøgumaður hjá Konservativa Fólkaflokkinum, vil ikki útiloka, at tað kann gerast neyðugt við donskum stríðsflogførum í Grønlandi. Hann heldur kortini ikki, at spurningurin verður aktuellur fyribils.