Í eini greing, sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur latið gjørt, verður staðfest, at einasta av norðurlondunum, har fólkatalið lækkar, er Grønland. Í greiningini verða tøl úr norðurlondum sammett.
Grønland liggur eisini heldur niðaliga, tá umræður fólk í arbeiði og viðvíkjandi útbúgving.
Hinvegin er Grønland einasta land í greiningini, har talið av fólki í arbeiði ikki er lækkað seinastu 10 árini. Hesum viðvíkjandi er heldur talan um lítlan vøkstur millum fólk í aldrinum millum 15 og 65 ár, skrivar Sermitsiaq millum annað.










