Grønland: Fíggjarlógaruppskotið vísir eitt hall á 441 milliónir.

Grønlendska andstøðan heldur lítið um fíggjarlógarupskotið. Annað árið á rað leggur grønlendska landsstýrið eina fíggjarætlan fram, sum gevur stórt hall, uppskotið fyri 2009 vísir eitt hall uppá 441 milliónir krónur.

Á tíðindafundi í dag gjørdi Aleqa Hammond landsstýriskvinna greitt, at andstøðan ikki verður boðin til fundar um fíggjarlógaruppskotið. Tað undrar formannin í IA Kuupik Kleist.

?Tað er annars siðvenja, demokratiskur rættur og ikki minst vanligt vit og skil, hjá landsstýrinum, at royna at fáa eina so breiða semju sum gjørligt, tá fíggjarlógin skal viðtakast, her havandi i huga, at fíggjarlógaruppskotið hevur eitt hall uppá knappa hálva milliard. Tað sær út til, at útreiðslurnar fáa loyvi at økjast óavmarkað?, sigur Kuupik Kleist.

Eisini formaðrin hjá Demokratunum Jens B. Frederiksen, er skelkaður av stóra undirskotinum. Hann sigur, at tað fer at enda við eini skattahækking.

?Hetta er versta fíggjarlógaruppskot, sum er framlagt í nógv ár. Talan er um eitt hall uppá 441 milliónir krónur. Tað er annað árið á rað, at fíggjarlógin hevur stórt hall, tað klárar grønlendska samfelagið ikki. Um landsstýrið ikki finnur sparingar, so verður talan um eina skattahækking?, sigur Jens B. Frederiksen.