Grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingar, mentanar, kirkju og uttanríkismálum, Ane Lone Bagger, vísir aftur yvir fyri Reuters, at USA skal keypa Grønland.
Tað er sambært Wall Street Journal annars tankar, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt sær.
– Vit handla fegin við USA, men vit eru ikki til sølu, sigur hon við Reuters.
Sambæert Wall Street Journal hevur Trump tosað um eitt keyp av Grønlandi við ráðgevar sínar.
Tað hevði so verið grønlendska sjálvstýri, sum skuldi tikið støðu til tað sambært Rasmus Leander Nielsen, sum er adjunktur á Grønlands Universitet.
Sjálvstýrið hevur ikki ein beinleiðis uttanríkisráðharr, tá avtalan um sjálvstýri sambært Forsætismálaráðnum sigur, at Grønland ikki kann yvirtaka verju- og uttanríkispolitikkin.
Umframt sjálvstýri Grønlands hevur eisini annað av fólkatingsumboðunum hjá Grønlandi, Aja Chemnitz Larsen eisini avvíst tankan um at gerast ein partur av USA.
Eisini danskir politikarar hava boðað frá sínum mótvilja ímóti, at USA skal yvirtaka Grønland. Søren Espersen í Danska Fólkaflokkinum hevur kallað hugskotið ørt, og formaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, helt at talan mundi vera um eina seinkaða aprílsøgu.
/ritzau/