Grønland: Enskt skal avloysa danskt

Gongur tað sum nýggja samgongan í Grønlandi ynskir, so tekur enskt framyvir plássið hjá donskum sum fyrsta fremmandamál í Grønlandi. Tað verður staðfest í samgonguskjalinum, ið Siumut, Partii Naleraq, Nunatta Qitornai og Atassut hava undirskrivað.


Grønlendski miðilin Sermitsiaq vísir á, at í samgonguskjalinum verður staðfest, at grønlendskt er almenna málið, men at man ynskir at enskt verður fyrsta fremmandamálið í staðin fyri danskt.


- Tað grønlendska málið er okkara almenna mál. Tað skal arbeiðast fram ímóti at enska málið verður okkara fyrsta fremmandamál, stendur í nýggja samgonguskjalinum.


Seinni í samgonguskjalinum verður hetta ynski aftur nevnt í samband við, at Grønland er í ferð við at gerast partur av altjóða samfelagnum.


- Nú tá vit eru í ferð við at gerast partur av altjóða samfelagnum, er tað einans natúrligt, at vit skapa karmarnar fyri, at vit lættari kunna ogna okkum tað altjóða málið, soleiðis at enskt verður fyrsta fremmandamálið, og tí er tað málið hjá samgonguflokkunum, at undirvísast skal í enskum og tað verður skipað sum fyrsta fremmandamál, skriva flokkarnir í samgonguskjalinum.