Ein grønlendsk ætlan um at veiða fleiri stórhvalir hevur fingið øði í grindina á fundinum hjá altjóða hvalaveiðinevndini. Rok er á fundinum hjá Altjóða Hvalaveiðinevndini IWC í Anchorage í Alaska, tí Grønland vil sleppa at veiða fleiri stórhvalir enn higartil.
Sum upprunafólk hava grønlendingar havt loyvi at veiða tað, sum svarar til 450 tons av tvøsti um ári, men nú vilja teir sleppa at økja nøgdina til 750 tons, sum teir siga seg hava rætt til.
Tí ætla grønlendingar at veiða tíggju kúlubøkur og tvær slættibøkur afturat um árið, men tað ynskið er ikki fallið í góða jørð í Anchorage, sigr danska útvarpið.
Vísindafólk hava eisini sagt, at einki grundarlag er fyri grønlendska ynskinum, sigur DR.









