Grønland - ein øðrvísi avbjóðing

- Hevur tú útbúgving sum lærari, hví so ikki royna teg í Grønlandi eina tíð?

Tað spyr Tordur J. Niclasen, sum hevur starvast nógv í Grønlandi.

- Eisini her í Kuummiut - í Eysturgrønlandi - er stórur tørvur á lærarum.

Hann vísir á, at Kuummiut er ein av teimum størru bygdunum í Grønlandi, og her búgva umleið 350 fólk, harav 73 børn eru í skúlaaldri.

- Fólkið, sum her búleikast, er fyrikomandi, og blíðskapurin er stórur. Her er veðurgott og sera náttúruvakurt.

Tordur J. Niclasen vísir á, at um onkur heima í Føroyum droymir um avbjóðingar og at búleikast eina tíð í einum samfelag, sum á mangan hátt er so nógv øðrvísi enn tað føroyska, er hetta ein góður møguleiki.

- Her er tørvur á øllum góðum kreftum, sum hann tekur til.

Hann leggur aftrat, at umsóknarfreistin at søkja størv á skúlanum í Kuummiut er úti 22. februar í ár.

- Fólk, sum hava áhuga fyri eini slíkari avbjóðing, kunnu venda sær til mín á tordurjn@gmail.com, sigur Tordur J. Niclasen í skrivi, sum hann hevur sent Portalinum í kvøld.