Grønland boykottar Arktiska Ráðið

Grønland er ikki umboðað á fundinum í Arktiska Ráðnum, sum varð settur í Svøríki í morgun.

Landsstýrið í Nuuk sigur, at teir svensku fyrireikararnir hava brotið ta vanligu siðvenjuna. Landsstýrið sigur, at síðani á heysti í 2011 er Grønland ikki sloppið at sita við samráðingarborðið í ráðnum, og at hetta er í stríð við ta mannagongd, sum hevur verið galdandi, síðani ráðið var stovnað í 1996.

Landdsstýrið leggur afturat, at Grønland fer ikki at virka í Arktiska Ráðnum, fyrr enn ein nøktandi loysn er funnin.

Eygleiðarar siga, at í veruleikanum er tann grønlendska misnøgdin ikki vend ímóti svium, men dønum, tí í roynd og veru snýr tað seg um, hvør skal hava ábyrgdina av tí grønlendska uttanríkispolitikkinum, danir ella grønlendingar.