Grønland blivið strandaland

Framyvir verður Grønland strandaland í makrelssamráðinum

Grønland hevur í makrelsamráðingum fingið støðu sum strandaland. Tað er staðfest eftir árliga strandalandafund sambært grønlendska sjálvstýrinum.

 

Sum strandaland hevur Grønland økt rættindir í makrelsamráðingum við hini norðuratlantisku londini, ið eisini eru strandalond. Hini strandalondini eru ES, Norra, Føroyar og Ísland.

 

Makrelstovnurin hevur flutt seg longur norðureftir seinnu árini og eru nú eisini í grønlendskum sjógvi. Stóra ósemjan fyri nøkrum árum síðani um makrelin millum Føroyar, Ísland, Norra og ES, var eitt úrslit av somu flyting, tá Ísland og Føroyar mettu seg at hava rætt til ein størri part av makrel kvotuni, tí makrelurin brúkti nógva tíð í íslendsku og føroysku sjóøkjunum.

 

Hans Enoksen, fiskimálaráðharri, fegnast um nýggju støðuna, ið sigur við KNR, at tað var sjálvsagt, at Grønland slapp við og nú verður partur av umsitingini av makrel stovninum framyvir.

 

Fiskimálaráðið sigur seg onga viðmerking hava til søguna enn, men sigur bert, at tey venda aftur við viðmerkingum.