Nú eldur hevur herjað í Vesturgrønlandi í fleiri enn 35 dagar, hevur grønlendska heimastýrið heitt á danir um at senda 30 sløkkiliðsfólk til Grønlands í einari roynd at basa náttúrueldinum, sum tey rópa fyribrigdið.
Slíkir eldar eru ikki óvanligir í Grønlandi, tá turkur er um summarið, men eldurin hesaferð hevur verið drúgvari enn vanligt. Viðhefta mynd er ein satelittmynd frá einum øðrum stóreldi í Grønlandi í 2017.
Trupulleikin við eldinum í Grønlandi í summar, sum hevur verið í økinum millum Sisimiut og Kangerlussuaq, hevur verið, at eldurin áhaldandi kyknar aftur, og soleiðis hevur verið heilt síðan í fyrru hálvu av juli.
Grønlendska stjórnin hevur tí vent sær til Tilbúgvingarstýrið í Danmark og biðið um, at 30 sløkkiliðsfólk verða send til Grønlands at berja niður eldin, sum áhaldandi kyknar aftur úr heitu jørðini.
Tá tað hevur víst seg, at eldurin er sløktur, og hann skiftir ætt, so kyknar eldurin aftur og aftur. Mánanáttina var aftur stóreldur, og hesaferð var tað á leiðini í ein landnyrðing úr Sisimiut.
- Tvær smáttur, sum fólk vóru í holt við at byggja á leiðini, eru farnar upp í royk, veit Grønlands Radio, KNR, at siga.
Sjálvt um eingin skógarvøkstur er í Grønlandi, og nógv tann størsti parturin av veldugu oynni liggur undir ísi, hendir tað, at náttúrueldar taka seg upp. Sambært løgregluni var ein roykiovnur orsøkin til, at eldurin kyknaði hin 8. juli í ár.
Tað er Ritzau, sum ber hesi tíðindi í dag.