Í Grønlandi hevur flokkurin IA nú skotið upp at býta landið sundur í fimm partar, tá talan er um at leggja ætlanir fyri arbeiðsmarknaðin og búskapin Tað var formaðurin, Kuupik Kleist, sum kom við uppskotinum á landsfundinum hjá IA í býnum Paamiut í gjár.
Í røðu síni fyri landsfundinum segði Kuupik Kleist, at tað er umráðandi at menna arbeiðsmarknaðin og búskapin eftir teimum fyritreytunum, sum eru kring landið. Hann legði dent á, at IA vil hava alt fólkið til at taka lut í orðaskiftinum um ætlanina.
Tey fimm økini, sum IA skýtur upp, eru Eysturøkið, Suðurøkið norður til Paamiut, Miðøkið frá Nuuk til Kangaatsiaq, Diskovíkin og Norðurøkið.