Grønlendskur politikkur bleiv rakt av einum lítlum skelki í dag, tá Sara Olsvig, leiðari fyri stóra andstøðu flokkin IA, á tíðindafundi boðaði frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna og gevst í politikki. Grundgevingin er, at henni dámar ikki politiska andan millum flokkarnar. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
- Avgerðin er tikin so líðandi, men hevur verið leingi ávegis. Tað er blivið alsamt meira greitt fyri mær, at tað at arbeiða í keðiliga politiska andanum ikki samsvarar við mítt reinlyndi, sigur Sara Olsvig við Sermitsiaq og leggur afturat.
- Tann ringi andin forðar og mótvirkar politiska arbeiðinum.
Í samrøðuni við Sermitsiaq vísir hon á, at millum annað viðgerðin av byggingini av nýggjum flogvøllum er eitt dømi um ringa skilið í grønlendskum politikki, har tey, ið hava spurt kritiskar og djúpar spurningar, verða ákærd fyri at spyrja ov nógv og seinka tilgongdina.