34 ferðamannaskip við 15000 ferðafólkum koma á vitjan í Nuuk í summar. 7. juli fær Nuuk vitjan av 2900 ferðafólkum, sum koma úr Japan, USA og Bretlandi, tað er samstundis størsta ferðafólkatal, sum hevur vitjað býin sama dag.
Nuuk Tourism sigur, at tað verður ikki gjørt meira enn vanligt er hendan dagin, tey skipa fyri bussútferðum, eisini verða sølutorg sett upp í Nuuk.
Kommunan í Nuuk heitir á íbúgvarnar, um at taka væl ímóti ferðafólkunum. Um býurin skal fáa gleði av ferðavinnuni í framtíðini, so er avgerandi, at ferðafólkini kenna seg væl tá ið tey eru á vitjan, skrivar kommuna á heimasíðu síni.