Mánakvøldið vóru skúlastýrini í Tórshavnar kommunu bjóðað til kunnandi fund um eina verkætlan, ið hevur heitið ?Á veg ímóti grønum skúlum?.
Tórshavnar kommuna hevur á orku- og umhvørvisøkinum tikið avgerð um, at fólkaskúlarnir í kommununi í hesum skúlaárinum fara at arbeiða við eini verkætlan, ið hevur heitið ?Á veg ímóti grønum skúlum?.
Endamálið við verkætlanini er at fáa øll við tilknýti til skúlarnar, tað veri seg næmingar, lærarar, skúlaleiðslur, skúlatænarar og onnur starvsfólk at leggja enn størri dent á umhugsni og skynsemi tá ræður um orkunýtslu.
Í fyrsta umfari fer verkætlanin at snúgva seg um el- og oljunýtslu, har roynt verður við ymiskum átøkum at tálma og helst minka um orkunýtsluna. Men verkætlanin er samstundis ein byrjan til eina víðkaða umhvørvisætlan, har miðað verður eftir at fáa skúlarnar altjóða góðkendar sum sokallaðir ?Grønir skúlar?.
Ein stýrisbólkur, mannaður við næmingum, lærarum og skúlatænarum úr øllum skúlunum verður settur, ið saman við ráðgevanum fer at orða eina umhvørvisætlan fyri hvønn skúla sær. Stýrisbólkurin kemur at virka sum eitt stýrisamboð í umhvørvisarbeiðinum, men øll, ið hava sína dagligu gongd í skúlunum vera virkin í verkætlanini, tí skipa verður fyri ymiskum tiltøkum, t.d. evnisdøgum, kappingum og spølum, umframt at undirvísingartilfar verður útvegað skúlunum.
Verkætlanin fær sína egnu heimasíðu. Við elektroniskum orkumálarum, ið SEV setur upp í skúlunum sum eitt royndarprojekt í sambandi við verkætlanina, ber til at fylgja við dagligu orkunýtsluni í skúlunum.
Heimasíðan hevur eisini fleiri aðrar teigar, ið eru ætlaðir skúlunum, og har umhvørvisarbeiði í skúlunum alla tíðina verður dagført. Heimasíðan verður eisini eitt stað næmingar, lærarar, skúlatænarar og onnur kunnu koma við hugskotum um nýggj orkufremjandi tiltøk, broytingar ella aðrar minni verkætlanir.
Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan Veri-Con Pf, ið samskipar verkætlanina, og sum eisini hevur gjørt uppskot til umhvørvisætlanina.
Verkætlanin verður annars á ymiskan hátt stuðlað av stovnum og fyritøkum í býnum. Talan er um veitingarfeløg hjá kommununi og skúlunum, ið víst hava ætlanini áhugað, og sum eisini koma at vera við í arbeiðinum á orku- og umhvørvisøkinum í kommunalu skúlunum.









