Grønhólmur gjørdist serstakur

Tað gjørdist rættiliga serstakt í gjárkvøldið, tá nógvar róðrarmanningar og manningar av øðrum bátum fóru upp á Grønhólm at dansa føroyskan dans.

Seinnapartin í gjár skipaði Hósvíkar Róðrarfelag fyri regattasigling av Eiði til Hósvíkar, og hesaferð mundu fleiri róðrarbátar vera við enn nakrantíð áður.

 

Tá róðrarbátarnir vóru komnir suður um Brúnna og suður á Grønhólm, sum liggur úr landi norðan fyri Streymnes, fóru øll upp á land at dansa føroyskan dans á hesum grøna bletti.

 

Hetta gjørdist ein rættiliga serstøk løta - ein løta, sum onkusvegna lyfti undir føroyska mentan og gott samanhald í fólki og tjóð. Ein løta, har øll eru eitt, og eingin munur er á fólki.

 

Góðir menn, sum Poul Hansen, advokatur og Jóhannes Jensen, hotelstjóri, vóru mitt í rokanum, soleiðis sum sæst á innsettu myndini í høgra horni, báðir í hvítbotnaðum gummiskóm.

 

Føroyski dansurin gekk so lystiliga, og hýrurin á fólki var ómetaligur. Við klettin lógu føroyskir kappróðrarbátar og aðrir stórir róðrarbátar, sum eru bygdir til frítíðarrógving.

 

Jú, hetta var ein heilt serstøk løta, sum onkusvegna nam við hjartarøturnar. Hvussu mong vóru á Grønhólma hesa løtu, er torført at meta um, kanska eini 100 til 150 fólk.

 

Og so væl mannaður hevur Grønhólmur í Sundalagnum neyvan nakrantíð verið áður.