Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA hevur sett sær fyri, at flogfeløgini skulu ganga undan í arbeiðinum við at avmarka CO2-útlátið Giovanni Bisignani, sum er stjóri í IATA, segði í einum fyrilestri í Keypmannahavn í gjár, at flogfeløgini fara at seta sær trý greið mál.
Tað fyrsta er, at innan 2020 skal brennievnið hjá flogførunum gerast 20 prosent betri. Annað málið er, at í 2020 skulu 10 prosent av brennievninum skulu koma frá alternativum orkukeldum, og í triðja lagi skal CO2-útlátið frá altjóða flogferðsluni skerjast 50 prosent innan 2050.
Í fyrilestrinum mælti Giovanni Bisignani politikarunum til at taka stig, sum skulu eggja flogfeløgunum til at leggja seg eftir at rækka málunum hjá IATA.