Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu verður boðað frá, at verkætlanin við ungum í arbeiði fer at taka nýggjar eldrivnar súkklur í nýtslu.
Játtan til súkklurnar kom upp á pláss í heyst, og er ætlanin at brúka tær til grønar verkætlanir hjá kommununi. Ein av fyrstu uppgávunum hjá súkklunum, verður sum flutningsfar og amboðskassi hjá 'ung í arbeiði' fyri býargartnaran í Klaksvík.
- Við súkklunum, sum eru væl útgjørdar við m.a. el-motori, kunnu ungu arbeiðsfólkini hava amboðini við sær, tá ið tey fara til arbeiðis. Ungu starvsfólkini fáa størri ábyrgd, og er hetta eisini eitt av endamálunum við UíA verkætlanini, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini í Klaksvíkar Kommunu við heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.
Tey, ið kunnu taka lut í Ung í arbeiði, skulu verða 15-16 ár. Einasta treyt er, at tey ikki gerast 17 ár í tí árinum, har tey melda seg til. Tað eru í alt 31 ung, sum í løtuni eru knýtt at verkætlanini.











