Grønar nummarplátur til prutl

Vinnumálaráðið hevur gjørt av, at eftir 1. november í ár skulu øll prutl í Føroyum skrásetast.
Nummarpláturnar, sum eru minni enn nummarpláturnar á bilum, hava bókstavar og tøl og ein grønan kant.
Øll nýggj prutl, sum eru keypt eftir tann 1. november í ár skulu skrásetast og kannast áðrenn tey sleppa út á vegin at koyra, og øll brúkt prutl, skulu verða kannað og skrásett áðrenn 1. juli 2003.
Kanningarnar, sum fara fram á bileftirlitinum, kosta 350 krónur, og sjálv nummarplátan kostar 250 krónur. Eisini skal prutlið verða tryggjað og prógv um trygging skal takast við til kanningina.