Sum tað fyrsta í heiminum hevur skandinaviska flogfelagið SAS sett sær fyri at brúka umhvørvisvinarligar ella grønar lendingar, sum skulu hava við sær, at CO2-útlátið verður skert munandi. Ein nýggj samskiftisskipan skal gera, at flogførini kunnu sveima niður og inn ímóti flogvøllinum, soleiðis at tey næstan kunnu sløkkja motorarnar. SAS vónar at spara 100 kilo av brennievni fyri hvørja grøna lending, og CO2-útlátið verður umleið 300 kilo minni fyri hvørja lending enn nú. Tað eru svenska deildin hjá SAS, svensku loftferðslumyndugleikarnir og flogverksmiðjurnar Boeing og Airbus, sum samstarva um ætlanina, skrivar Aftonbladet. SAS hevur roynt 300 grønar lendingar í seinastuni, og úrslitini hava verið góð, skrivar blaðið.