Johan Mortensen, valevni
----
Tað hevur ligið eitt russiskt farmaskip á Tvøroyri í nakrar dagar og fermt makrel til Nigeria. Nú eitt kvøldið koma nakrir av manningini inn á Pubbina hjá Thomsen. Teir søgdu sum var, at teir høvdu ongar pengar, hetta er siglandi fólkið sum neokapitalisman nýtir og letur lítið og onki í løn og noyðast hesir útlendingar av neyð at taka hesar tjansir. Áðrenn skipið fermdi makrelin hevði tað siglt við bananum. Við sær inn á Pubbina høvdu russarnir ein beriposa við grønum bananum og spurdi um teir ikki kundu fáa ein lesk fyri hesar bananir. Tvøráfók eru blíð fólk og vóru tey sjálvandi lagalig móti hesum fittu, fátæku og øltyrstu russum.
Vit kunnu kanska smílast eitt sindur av hesum tilburði, men vit gera okkum ikki greitt hvussu illa stødd nogv fólk eru í kjalarvørrinum av búskaparskrædlinum .
Tað koma alt ov lítlar inntøkur inn í Føroyska samfelagið. Øll vit sum við gyltum vallyftum royna at sleppa inn í Býráðið mugu gera okkum klárt at vit mugu verða við til at menna vinnulivið á Føroyskum hondum og geva tí optimalar karmar at virka undir skulu vit framhaldandi hava eitt høgt livistøði. Tað verða ikki smartir partabrævaseljarar og strámenn men hart arbeiðandi fólk og okkara føroyska tilfeingi, Fólksins Ogn, sum fara at lívbjarga føroyska samfelagnum.
Eg vænti ikki at vit fara at gjalda við grønum bananum i SMS – enn kortini !
Tjóðveldið vil skapa fleiri føroyskar inntøkur.