Grøna virðislønin fór til gamlan kenning

Tórshavnar kommuna handaði í gjár eina grøna virðisløn í samband við Umhvørvisvikuna. Grøna virðislønin verður latin persóni ella stovni, sum á einhvønn hátt hevur gjørt nakað munagott, umhvørvinum at frama.

Í ár varð virðislønin handað einum gomlum kenningi. Defined Energy hevur fingið nógv uppmerksemi seinastu árini fyri hitavekslaraskipanina í svimjihøllini í Gundadali. Skipanin er ein orkusparandi skipan, sum kann endurnýta hitan í spillvatni til upphiting. Heri Schwartz Jacobsen er uppfinnari og mennari av skipanini.

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær hesa skipan til svimjihøllina í Gundadali, har hitin frá brúsuvatninum verður nýttur til at hita kalda vatnið. Hetta er eitt sera gott hugskot, tí við hesi orkusparandi loysn verður minni av olju brúkt til upphiting - og harvið minkar CO2-útlátið hjá svimjihøllini munandi. 

 

Skipanin sparir svimjihøllini eini 27.000 litrar av olju um árið. 

Les eisini Sparir 27.000 litrar av olju árliga