Grøn plakat til grøna húsið



Flestu heim í Føroyum hava onkra av mongu plakatunum, sum Norðurlandahúsið hevur givið út seinastu 25 árini. Øll stór tiltøk hjá Norðurlandahúsinum hava havt sína listarligu plakat, og hesar plakatir hava borið Norðurlandahúsið út í hvønn krók í landinum.

Føðingardagurin hjá Norðurlandahúsinum er einki undantak í so máta. Hann fær eisini sína egnu plakat. Tað er listamaðurin, Edward Fuglø, sum hevur gjørt 25 ára føðingardagsplakatuna hjá Norðurlandahúsinum. Málningurin er tó ikki upprunaliga gjørdur til føðingardagin.

- Eg havi ikki havt Norðurlandahúsið í huga, tá eg málaði, men eg fegnist sjálvandi um, at Norðurlandahúsið hevur valt at brúka hendan málning til plakat, sigur Edward Fuglø við Sosialin. Grøna plakatin ímyndar ein ryggsekk-ferðandi, sum hyggur niður á lítið føroyskt landsslag.

Norðurlandahúsið hevur havt stóran týdning fyri føroyska myndlist, staðfestir listamaðurin, Edward Fuglø.

- Norðurlandahúsið hevur havt ómetaliga stóran týdning. Serliga fyri støðið í listini og mentanartilboðunum. Eg vil siga tað soleiðis, at eg veit ikki, hvussu skilið hevði verið, um Norðurlandahúsið ikki varð bygt.

Edward Fuglø nevnir sum dømi framsýningina, Natúrligvís, sum framvegis ferðast runt norðanlond.

- Norðurlandahúsið hevur miðlar og kontaktir, sum gera at ein framsýning røkkur longri enn aðrar listaframsýningar. Húsið hevur givið okkum innlit í góða útlendska list, og givið okkum høvi at vísa okkara list aðrastaðni. Hetta hevur verið ómetaliga týdningarmikið, staðfestir Edward Fuglø, sum hevur málað grønu føðingardagsplakatina  hjá grønu húsunum.