Grøn orka til til 2000 hús frá felags brennistøð

Ein nýggj risa-brennistøð fyri allar Føroyar, kann geva streym til 2000 húsarhald, men higartil hevur Tórshavnar Kommuna ikki víst ætlanini áhuga

Tað besta fyri búskapin og umhvørvið, er, at Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, IRF, og Kommunala Orku og Brennistøðin hjá Tórshavnar Kommunu, ganga saman um at byggja eina nýggja risa brennistøð í felag.

Tað hevur nevndin í IRF roknað seg fram til.

Brennistøðin hjá IRF í Leirvík hevur leingi havt ov lítla brenniorku og tí hevur IRF loddað dýpið hjá Tórshavnar kommunu fyri at vita um áhugi er at byggja eina stóra, felags brennistøð fyri alt landið.

Men á aðalfundinum hjá IRF nú um dagarnar, staðfesti nevndarformaðurin, Regin Jacobsen, at higartil hevur áhugin hjá Tórshavnar Kommunu verið so lítil, at fyribils fer IRF ikki at arbeiða víðari við tí møguleikanum.


Streymur til 2000 hús

Regin Jacobsen sigur, at tað eru stórir fyrimunir við eini stórari felags brennistøð fyri alt landið og seinni IRF at taka hendan spurningin uppaftur.

- Tað verður ein stór avbjóðing tey næstu árini at finna ta røttu framtíðarloysnina fyri hvussu vit sleppa okkum av við burturkastið.

Í hesum sambandi sigur hann, at ein stór, felags brennistøð ber nógvar møguleikar í sær, tí hon kann gera eini 8-10 megawatt av streymi burturúr ruskinum og tað er nóg mikið av streymi til eini 2000 húsarhald, soleiðis sum mynstrið er nú.

Og hetta er uttan at nerva fjarhitan, sum eisini kann fáast frá henni.

Tað vanliga hevur verið, at eitt húski brúkar 5000 kilowatt í miðal, men tey, sum nú hava fingið sær hitapumpu, brúka tvær ferðir og upp ímóti triggjar ferðir so nógv.

- Men av tí, at ein slík brennistøð kann gera so nógvan streym, hevur ein slík loysn eisini stóran, umhvørvisligan áhuga.

Regin Jacobsen sigur, at tað loysir seg ikki at hugsa um at gera streym við teimum smáu brennistøðunum, sum nú eru.

Brennistøðin hjá IRF brennir 2,3 tons um tíman, men verður nú bygd út til at brenna trý tons um tíman.

- Men gera vit eina felags brennistøð, sum kann brenna eini átta tons um tíman, loysir tað seg væl at gera streym burtur úr ruskinum, sum eisini kann úvega brennistøðini stórar inntøkur.


Ein hálv milliard

Hann viðgongur at talan er um eina stóra íløgu, tí heilt runt roknað, kostar ein slík brennistøð kostar einar 500 milliónir.

At Tórshavnar Kommuna higartil ikki hevur víst málinum áhuga, fær ikki Regin Jacobsen at fella í fátt, tí hóast innleiðandi prátið ikki førdi til nakað, kann gongd saktans koma á málið, tá ið meiri kjøt kemur á ætlanina og tá ið brenniorkan aftur verður ov lítil um eini 10 ár.

Kanska vóru vit góðtrúgvin at halda, at ein so stór avgerð kundi takast við so stuttum skotbrái, men tað verður neyðugt at hyggja fram í tíðina.

Hinvegin tekur tað drúgva tíð at gera eina slíka brennistøð og tí heldur hann, at tað er rætt at taka málið upp nú.

Hann veit ikki, hvar hon skal vera, men tað skal vera við okkurt knútapunkt, har tað er lætt at sleppa av við streym og fjarhita og har tað ikki er ov langt at koyra.