Grøn jól

Vit á Jólarákinum ganga á odda á umhvørvisøkinum. Í rætta Agenda 21 og Kyotoandanum, hava vit gjørt av, at jólini í ár skulu vera grøn og natúruvinarlig.

Jólarok
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Myndir: Jens Kristian Vang

Jólatræið úr plasti hevur avgjørt ikki somu sjarmu sum fríska grannatræið. Harafturímóti kann tað nýtast ár um ár, og soleiðis sleppa vit undan at keypa nýtt á hvørjum ári – skóginum og umhvørvinum at gagni.
Pyntið er eisini umhvørvisvinarligt. Tað er gjørt burtur úr brúktum Coca Coladósum, og eru sostatt eisini í trá við nýggjasta rákið innan endurnýtslu og aðrar grønar tankar.


Myndatekstir:

Ketan er gjørd burtur úr sundurskornum súgvurørum, sum vanliga verða nýtt til Coca Cola íløt!

Neyðugt er at vera í handskum, tá Cola dósirnar verða kliptar sundur, tí tær eru hvassar sum knívar. Tí er hetta eisini óegnað til børn, sum tó kunnu hugna sær við at klippa og líma kulørt papp-bikør, sum vanliga verða nýtt til sodavatn ella milk-shake.