Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum handaði diplomini til ávikavist Karin Joensen frá Hárvist og Súsannu Køtlum frá Salong Madonna.
Eftir at hava fyrireikað seg til at gerast grønar salongir, eru tær báðar salongirnar nú
góðkendar. Fyri at kunna gerast grønar salongir skulu salongirnar fylgja nøkrum ávísum krøvum.
Í sambandi við hesar góðkenningar hongur eitt grønt merki í báðum salongunum, har tað stendur, at arbeitt verður miðvíst fyri at fara væl um bæði arbeiðsumhvørvið og umhvørvið annars.
Bæði leiðsla og starvsfólk hava verið á skeiði í Danmark og nomið sær kunnleika um kemisku evnini innan hárviðgerð, eins og tey hava lært at nýta nýggjastu tøknina á økinum.