Grøn hárfríðkan

Salong Madonna í Havn og Salong Hárvist í Miðvági hava fingið diplom sum grønar salongir.

Móttøka var á Salong Madonna í Havn mikudagin í síðstu viku, í sambandi við at bæði Salong Madonna og Salong Hárvist í Miðvági fingu handað diplom sum grønar salongir.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum handaði diplomini til ávikavist Karin Joensen frá Hárvist og Súsannu Køtlum frá Salong Madonna.

Fyri at kunna gerast grønar salongir skulu salongirnar fylgja nøkrum ávísum krøvum. Í sambandi við hesar góðkenningar hongur eitt grønt merki í báðum salongunum, har tað stendur, at arbeitt verður miðvíst fyri at fara væl um bæði arbeiðsumhvørvið og umhvørvið annars.

Bæði leiðsla og starvsfólk hava verið á skeiði í Danmark og nomið sær kunnleika um kemisku evnini innan hárviðgerð, eins og tey hava lært at nýta nýggjastu tøknina á økinum.