Grøn gleði: Góð urtagarðsráð frá Heleni

Uttan fyri húsini hjá Heleni Joensen í Runavík er stórur vakur urtagarður. Tað hómast sonn gleði bæði í tónalagnum og í eygum hennara, tá hon setist at greiða frá øllum tí, ið vaksur rundan um hana. Hon kallar tað grøna gleði og sigur, at av tí at grønu planturnar anda tað inn, sum vit anda út, so eru tær lívsneyðugar fyri trivnað á jørðini.

 

 

Hon hevur havt urtagarð við trøum, runnum, blómum og grønmeti síðani 1963, og brúkar nógv av tíð síni úti í vakra urtagarðinum. Í samrøðu við Sosialin veitir Helen góð ráð til tey, sum ynskja at fáa sum mest burturúr urtagarði sínum. 

 

Tað er eitt gott hugskot at hava sankutøð (kompost) í urtagarðinum. Har í kanst tú koyra grasið, tá tað er sligið, bløð sum detta av trøunum og rusk úr urtagarðinum. Tó skulu páskaliljuleykir, perluhyasintleykir og krokus kroystast fyrst, tí tað liggur og vaksur. Eisini ber til at koyra køksrusk í sankutøð, tó ikki seyða- og oksabein, men høsnarunga- og fiskabein er frálíkt. Eitt lag av kálki av og á hjálpir sodningini, sum tekur umleið eitt ár. Soleiðis fær ein fínasta tøð at breiða á køkshavan árið eftir, greiðir Helen frá.

 

Helen tyrvir matrestir millum rabarburnar gjøgnum veturin. Hon mælir til at grava tað djúpt ella leggja høsnaregg omaná. Hetta tí vandi er fyri at kettur koma og grava uppaftur, og eftir ketturnar koma smáfuglarnir og spreiða alt runt. Fiskamjøl og fiskaslógv er eisini gott, men tað má gravast niður, tí ketturnar koma eftir tí. 

 

 

Sniglum dámar eisini væl salat og kál, og tað er ein bardagi at rudda teir burtur. Til ber at keypa sniglaeitur, sum ikki er heilsuskaðiligt – heldur ikki fyri fuglarnar. Minst bert til, at sniglaeitur ofta verður skolað burtur av regninum. Sniglar eru náttardýr og far út eftir nátturða og tak teir, sum tú finnur upp í eitt ílat við vatni og salti, klori ella ediki. 

 

 

Rotera tað sum tú setur niður, soleiði at tú ikki setur somu plantu niður sama stað ár eftir ár. Tað er betur fyri jørðina. Helen hevur havt eplaveltu av og á, og hetta er serliga um grasplenin er vorðin ljót og mosagrógvin.