Grøn elframleiðsla í desembur

Elframleiðslan í desembur mánaða í fjør var rættiliga grøn sambært uppgerð hjá SEV.

Í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80% grøn í desember 2020. Í miðal vóru 58% av elframleiðsluni burðardygg.

 

Váta og lutfalsliga lýggja veðrið í desember 2020 merkti, at serliga vatnorkuframleiðslan royndist væl, og var 15% hægri enn í desember 2019. Tilsamans 58 prosent av framleidda streyminum vóru burðardygg og stavaðu frá annaðhvørt vatni, vindi, sól ella biogassframleiðslu.

 

Góðir 21 burðardyggir GWt vóru framleiddir í desember, og í tilsamans 3,35 samdøgur var elframleiðslan yvir 80% grøn. Burðardygga framleiðslan í desember árið fyri kom upp á 19 GWt.

Prosentbýtið í desember 2020 var 42% olja, sløk 43% vatnorka, meðan vindorkan kom upp á 14%. Vindorkuframleiðslan  hevur ikki hilnast væl í 2020, orsakað av m.a. generatorbrekum á fleiri av myllunum í Neshaga og í Húsahaga.

Vindorkutølini í desember umfata framleiðslu í Húsahaga, Neshaga, Porkeri og í vindmyllulundini hjá Røkt í Vestmanna.

 

Kelda: www.sev.fo