Gríma væl nøgd

Tíðindaskriv

 

Skemtileikurin "Fótur í hosu" eftir Súsonnu og Hans Torgarð hevur verið ógvuliga væl vitjaður. Nú hava tey í Grímu spælt leikin 20 ferðir.

Um tú hevur hug at sleppa at flenna eina løtu skalt tú eitt kvøldið leita tær í Gamla Meiaríið. Har framførir Gríma júst nú farsuna "Fótur í hosu" Higartil hava 20 sýningar verið og tilsamans hava umleið 1700 fólk sæð leikin, og eru tey í Grímu sera væl nøgd við hetta.

Leikurin hevur fingið sera góða móttøku bæði frá fjølmiðlunum og áskoðararnar. Tað hevur verið sagt, at hetta er framføring á allheimsstøði, og leikararnir umframt rithøvundar hava fingið sera góð skoðsmál.

Leikurin varð frumframførdur 29. september, og nú nærkast teimum seinastu sýninugunum. Komandi sýningarnar verða á Gamla Meiarínum 27. og 28. oktober klokkan 18.00 og týsdagin 30. oktober klokkan 20.00.

Atgongumerki eru til sølu á Kunningarstovuni, tlf 31 57 88 og annars á Meiarínum ein tíma undan sýning.