Gríma setir ferð á

Nú nýggja leikhúsið á Gamla Meiarínum er komið undir land, byrjar Gríma rættuliga at gera vart við seg. Og tað eru, sum ikki einaferð, børnini, sum standa ovast á listanum. Pláss verður tó eisini gjørt fyri teimum eldri

Á Ólavsøku fer Gríma at sýna barnaleikin ?Rumbul í Húsi?, sum verður framførdur í nýggju hølunum í Meiarínum.


Fleiri ferðir hevur Gríma staðið fyri sjónleiki á Ólavsøku - tvær ferðir hava tey skipað fyri stórum útileikum, við leikunum ?Grumma Grumhilda? og ?Eldførið?, sum báðir vóru framførdir í Norðurlandahúsinum, ávíkavist í fjør og í fyrraárið. Og í 1992 og 1993 spældu tey ?Hurlivasi í Lítluvík? , uttanfyri smiðjuna í Lítluvík.


?Rumbul í húsi? er skemtileikur og er skorin úr sama leistið, sum ?Hurlivasi í Lítluvík?. Súsanna Tórgarð og Katarina Nolsøe leika, og leika í, og Hans Tórgarð hevur leikstýrt rumblinum. Leikin hava tey skrivað sjálvi og hann er ætlaður øllum børnum í aldrinum 0-100 ár!


?Rumbul í húsi? er skemtileikur um tveir løgnar stavnar, ið flyta inn í somu íbúð - tó uttan at vita av hvørjum øðrum. Einast kunnu teir ikki, og hvørgin vil flyta - so har stendst mangt løgið burturúr.


Eins og í Lítluvík á sinni eru orðini fá, men tónleikurin nógvur, og stuttligar hendingar, rumbul og rok, er ovmikið av.


Frumsýning verður tann 26. juli, og fýra sýningar verða á Ólavsøku.


Vincent van Gogh

Meira álvarsamt verður tað í august, tá Hans Tórgarð fer at framføra ein einmansleik um listarmálaran Vincent van Gogh. Hans Tórgarð hevur sjálvur skrivað lekin. Um sjálvan mannin, og um tað at arbeiða sum listarmaður uttan at megna at selja nakað. Hann lýsir eisini tað, at bróta upp úr nýggjum, innan listina, og samstundis berjast við sjúku - og at verða sagdur at verða óður í høvdinum av bæði læknum og fólki flest. Leikurin tekur eisini upp spurningin um sjálvmorð: Hevur nakað menniskja rætt til taka lívið av sær? Og um ja, nær so?


Vincent van Gogh, ið bert livdi í 37 ár, og bert málaði í tíggju av teimum, megnaði at leggja úr hondum 1500 listarverk. Undir livitíð síni seldi hann bert ein málning, men í dag verða málningar hansara mettir at vera millum teir fremstu nakrantíð.


Hans Tórgarð gjørdi lekin í samband við útbúgving sína við ?Teaterhøgskolan? í Helsinki. Hann var fyrstu ferð framførdur í Helsinki í januar í ár, har hann fekk sera góða móttøku.


Leikurin varð upprunaliga skrivaður og spældur á svenskum, men Axel Tórgarð hevur týtt hann til føroyskt, meðan Katarina Nolsøe hevur leikstýrt


Tríggjar framførslur verða á Meiarínum tann 5., 8. og 9. august í ár.