Grýluveitsla í skugganum av harðskapi

Í Rio de Janeiro fyrireika tey seg til ta árligu veitsluna, men býarmyndin ber ikki boð um veitsludám og skemt.

Sunnudagin og mánadagin verður tann árliga grýluveitslan í Rio, og teir seinastu dagarnar hava fólk í túsundatali fyrireikað seg aftur við sambatónleiki. Men samstundis er býurin merktur av tí altsamt veksandi harðskapinum, og millum tey grýlukløddu fólkini ganga alvápnaðir løgreglumenn og hermenn.

Mánanáttina skutu løgreglumenn tvey fólk í fátækrabýarpartinum Alemao, eftir at løgreglumenn og rúsevnisbrotsmenn høvdu skotið eftir hvør øðrum í fleiri tímar. Í skotbardaganum varð streymveitingin oyðiløgd, og síðani hevur býarparturin hvørki havt streym ella vatn.

Skotbardagar millum løgreglumenn og hermenn øðrumegin og rúsevnisbrotsmenn hinumegin eru gerandiskostur í Rio de Janeiro. Sambært myndugleikunum eru tað brotsmenninir, sum leypa á løgregluna, og tær áhaldandi skotríðirnar hava fingið fólk í stórum tali at flýggja úr býnum. Tey, sum velja at halda á, tora ikki út fyri dyr, eftir at tað er vorðið myrkt.

Tey, sum skipa fyri grýluveitsluni hesaferð, stúra fyri harðskapinum. Vanliga plaga tær stóru skrúðgongurnar í miðbýnum at fáa frið, men fyrireikararnir bera ótta fyri, at okkurt skal henda.

Brasilsku myndugleikarnir vænta, at umleið 700.000 ferðafólk koma til Rio í sambandi við grýluveitsluna. Tey stóru tiltøkini verða sunnudagin og mánadagin, men veitslan byrjar í dag.