Grýlukapping í Rex og Eclipse

Kring landið verður føstulávintshald um vikuskifti, og eisini í Havn koma grýlurnar fram úr myrkrinum. Byin.fo er í føstulávintshýri, og fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður grýludansur í Rex og Eclipse.

Nógv ymiskt verður á skránni, millum annað verða Dj?arar og livandi tónleikur, og grýluklødd hava ókeypis atgongd áðrenn kl. 01. í Rex og Eclips.

Í Eclipse leggur Dj Eddy plátur á, og 80?ara rokkararnir Eager2Please standa fyri tónleikinum í REX.

Fyrireikararnar siga, at bestu grýlurnar verða kosnar, og vinnarin og nummar tvey vinna eina ferð fyri tvey við ungdómstúrinum hjá Norrønu 6. apríl.

 

Ungdómstúrurin borgar eisini fyri góðum tónleiki, har Dj?arar og góðir føroyskir tónleikarar standa fyri undirhaldinum.

Millum dj?arar verða DJ Crapman, Dj Vendelboe, Dj Rex, Dj Neon og Dj Cool.

Av føroyskum tónleikarum verða Eyðun Nolsøe, Finnur Jensen og Tróndur Enni.