Grýludansurin í mentanarhúsinum í Fuglafirði

Hin árligi grýludansurin í mentanarhúsinum í Fuglafirði verður leygarkvøldið 9. februar

 

Eins og hevur verið undanfarnu árini verður eitt brak av einum grýludansi í mentanarhúsinum. Grýludansurin hevur verið ógvuliga populerur gjøgnum árini, og vanligt er, at gestirnir gera nógv burturúr klæðningi teirra hetta kvøldið. Eisini verða góðir vinningar til bestu grýlurnar. Nummar eitt fær 2000 krónur. Nummar tvey fær 1000 krónur og nummar trý fær 500 krónur.

Spildurnýggi superbólkurin Blitz fer at undirhalda gestunum hetta kvøldið. Blitz hevur júst spælt sítt fyrsta ?job? í TB húsinum á Tvøroyri.

Teir sum manna bólkin eru:

Jóannes Lamhauge, sum júst nú hevur eitt lag við á 15 teimum bestu sum eitur ?púra vekk í tær?

Jens Tummas Næss kenna vit frá bólkinum All that rain,sum júst er hildin uppat

Høgni Fagraberg kenna vit sum guitarleikara í bólkinum Páll finnur páll

Hilmar Kass hevur spælt saman við Jóannes á caféum o.l

James Olsen kenna vit frá bólkinum Showmenn,

sum eisini gavst síðsta ár, so hesin bólkurin er ikki av tí ringa endanum.

Bólkurin spælir hitt tónleik frá 80´unum til dags dato.