Grýludansur í VB húsinum

Mánakvøldið verður stórur grýludansur í VB húsium, har Ein Blanding spælir og grýlur fáa virðisløn

Føstulávintsmánakvøld verður stórur dansur í VB húsinum. Vágbingar halda
fast við dans føstulávintsmánakvøld og hesaferð spælir Ein Blanding til
dansin. Talan verður um bæði eldri og yngri tónar, eisini heilt nýggjar, ið
eru frammi júst nú.
Vanligt er at møta grýluklæddur til dansin. Vakrasta, stuttligasta og
ljótasta grýla skulu finnast.