Grýludansur fyri børnum í Hvalba

Mirjan og Michael vóru vald til vakrastu og ljótastu grýlu

Fríggjakvøldið var grýludansur fyri børn í Roynhøllini í Hvalba.

Hvalbingar skipa av og á fyri tiltøkum fyri børnum í Roynhøllini, og grýludansurin fríggjakvøldið var annað tiltakið í stutta tíð.

Heilt fitt av grýlukløddum børnum var komið í dans fríggjakvøldið.

Tey høvdu tveir breyðbitar við sær í part, men fingu so saft at drekka afturvið afturvið matpakkanum.

Eftir borðhaldið varð dansur og tá fingu tann ljótasta og tann vakrasta grýlan eina lítla virðisløn.

Tey, sum fingu virðislønina vóru Mirjan og Michael.

Fyri 14 døgum var eisini hugnakvøld við dansi fyri børnum í Roynhøllini.

Tá vóru yvir 80 børn møtt. Ta ferðina fingu tey pylsur, umframt pannukaku og pizza, sum konur í bygdini høvdu bakað.

Dúgliga var sungið afturvið harmonikutónleiki og okkurt smátt var eisini kvøðið.

Síðani var diskotek við dansi og ymsum kappingum.