Grækarismessuhald í Miðvági

Sunnudagin hin 11. mars klokkan 15 skipar Vága Dansifelag fyri grækarismessuhaldi í Miðvági. Haldið verður við standmyndina av Mikkjali á Ryggi yvir av kirkjuni.

Hans Jørgensen, skúlastjóri við Miðvágs- Sandavágs skúla, fer at halda røðu, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir.

Aftan á er opið í Beitinum, sum er felagshúsið hjá Vága Dansifelag og húsið, har Mikkjal á Ryggi varð føddur og vaks upp. Har verður møguleiki fyri at fáa ein kaffimunn, eitt prát, og kanska verður onkur sangur eisini sungin.