Klaksvík:
Um viðrar fer skrúðgonga frá Býráðshúsinum og heim í skúlagarðin í skúlanum við Ósánna, har Jóna Olsen, leiðari í Varda Verkstaðnum fer at flyta fram røðu. Um veðrið ikki verður til vildar, so verður haldið inni í auluni í skúlanum.
Tað er Klaksvíkar Hornorkestur, sum skipar fyri Grækarismessuhaldinum í Klaksvík, og við tí í huga, at 2003 er ár teirra brekaðu hava tey heitt á Jónu Olsen um at halda røðuna. Hornorkestrið fer sum vanligt at spæla nøkur løg, tá norðoyingar fara at bjóða tjóðfuglinum vælkomnum heim.










