Grækarismessa er ikki fyrr enn fríggjadagin, men longu í gjár fekst ein forsmakkur í ítróttarhøllini í Runavík, har fáur mundi ivast í, at okkurt Tjaldur longu var komið.
Ein ávísur spenningur var undan dystinum, tí nú hevði StÍF fyrr í vikuni havt Stjørnuna á knøunum, uttan tó at megna at halda, tá mest ráddi um. Ofta hevur StÍF eisini givið Tjaldri dygga mótstøðu, so tað kundi jú hent seg, at hetta fór at gerast ein av teimum døgunum.
Men longu, tá tað vísti seg undan dystinum, at StÍF ikki hevði sín besta skjútta, Rebekku Justinussen, við í Runavík, mundi standa teimum flestu greitt, at so var hóttanin í øllum førum ikki líka sterk. Tað var hon heldur ikki, tí í hesum dystinum var Tjaldur ongantíð tað allarminsta í vanda fyri at snáva ella søpla nakað burtur.
Verjuspælið hjá føroyameistarunum var einki at reypa av í fyrra hálvleiki, samstundis sum tað heldur ikki lá serliga væl fyri at skjóta mál í hinum endanum, tí tað komu ikki fleiri enn níggju í fyrra hálvleiki.
Guðrun í Lágabø var hinvegin so mikið væl uppløgd í Tjaldursmálinum hesa ferð, at StÍF púrt einki fekk burturúr, men bara skoraði fimm mál fyrsta hálva tíman. Tað man hava verið langt síðani síðst…
Uttan profilarnar
Í seinna hálvleiki fekk Tjaldur so alt tað upp á pláss, ið einki hevði verið at sæð til fyri steðgin, og tí gjørdist hetta ein dystur millum tvey sera ójøvn lið. Nú koyrdi verjan øgiliga væl, samstundis sum Guðrun helt stílin frá fyrra hálvleiki, og tí gjørdist seinni helmingur av seinna hálvleiki einvegis ferðsla.
Fyrstu 10 minuttirnar royndi StÍF at fylgja við, men so fór Tjaldur at líkjast meira og meira einum FM-finalisti, tí verjan var at kalla løst. Í eitt heilt korter skoraði Tjaldur heilar 13 ferðir, uttan at StÍF fekk nakað mál!
At liðið í Runavík er annað og meira enn útlendingar, fekst eisini høvi til at síggja í seinna hálvleiki, tá tað í longum løtum var ein manning uttan teir vanligu profilarnar, ið gjørdi arbeiði. Og tað broytti einki upp á samlaða innsatsin, tí sjálvt ikki tá slapp StÍF upp í part.
Enn eru tvey landskappingarumfør eftir, áðrenn komið verður til FM-finalurnar, men sum tað sá út í gjár, tykist Tjaldur vera í ferð við at finna aftur formin, sum í øllum førum skal til, um liðið ætlar sær at gera nakað við Stjørnuna.