Grækaris vitjar í Klaksvík

Fer at signera nýggju bók sína

Klaksvík: Grækaris D. Magnussen fer mikudagin at vitja í Leikalund í Klaksvík, har hann fer at signera nýggju bók sína, Horvin føroyingur.

Bókin hevur verið nógv umtalað, síðani hon kom út, og líkt er til, at hendan umtala hevur skapt stóran áhuga fyri bókini.

Grækaris vitjar í Leikalund mikudagin frá klokkan 15.00 til 17.00.