Høvundurin kallar bókina hjá sær fyri »Viðbrøgd«, ið merkir knapplig rørsla ella kvik vending. Hvussu víkur og vendir, so er savnið ein í føroyskum høpi fullkomilig nýskapan. Lagt verður fyri við støði í málninginum »Í Hoyna« eftir Pieter Bruegel frá 1565 at lýsa ætt fólki hjá Ronald Reagan forseta. Síðani fara stuttir tekstir um lív og upplivingar amerikanska forsetans, men í høvuðsheitum gjøgnum hugan á tí alzheimer rakta. Hesin parturin endar við eini vitjan í oyggjalandi fyri norðan. Miðparturin av savninum eru yrkingar, meðan hugkveikjandi »málningatekstir« fara við seinasta triðinginum. Lýsingarnar eru ikki sørt merktar av bæði spei og skemti.
»Gráir týdningar« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 123 bls. til longdar og kostar kr. 140. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.