Nógv umrøddi danski prædikumaðurin Hans Berntsen og kona hansara Inge vitja aftur í Føroyum 4. & 5. juli
Í hesi vikuni koma Hans Berntsen og kona hansara Inge til Føroya, har tey fara at tosa - og biðja fyri sjúkum.
Fyrsta tiltakið verður fríggjakvøldið 4. juli kl. 20 í auluni í Kommunu-skúlanum í Havn. Leygarmorgunin 5. juli verða tey í Grasagarði í Miðbýnum í Havn kl. 11. Og um kvøldið - leygarkvøldið 5. juli verða tey í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum kl. 20.
Hans & Inge vóru í Føroyum í mai mánaði, har tey vitjaðu á Tvøroyri og í Havn. Nógv fólk løgdu leiðina framvið fyri at lurta, hvat Hans Berntsen hevði at siga, og ikki minst fyri at síggja, hvat hendi, tá tey bóðu fyri fólki. Stílurin hjá Hans & Inge er sum altíð, ógvuliga lættur og óformellur.
Hans Berntsen leggur stóran dent á at kunna biðja persónliga fyri fólki, og fólk upplivdu veruliga, at tað hendi nakað. T.d. ein kvinna, sum hevði verið sjúkrameldað og óarbeiðsfør í longri tíð og skuldi skurðviðgerðast. Hon bleiv, heldur óvæntað fyri læknarnar - útskrivað, tí hon var vorðin frísk. Og eini ung hjún og foreldur at lítlum barni við skeivleika í rygginum kundu staðfesta, at barnið varð vorðið púra frískt.
So hevur tú hug at uppliva Hans Berntsen hesar dagarnar - so ert tú, sum lesur hetta tíðindaskrivið - og annars øll, vælkomin til eitt ella fleiri av tiltøkunum. Møguleiki verður fyri persónligari forbøn fyri teimum, sum ynskja tað.
Skrá fyri tiltøkini:
Fríggjdagin 4. juli kl. 20:í auluni í Kommunuskúlanum í Havn
Leygardagin 5. juli kl. 11:í Grasagarði í Miðbýnum í Havn
Leygardagin 5. juli kl. 20:í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum