Klokkan er ikki átta týsmorgunin, og Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum í Havn, er longu komin til arbeiðis.
Húsið letur upp klokkan níggju, klokkan 10 er morgunsangurá skránni, og seinnapartin ein fyrilestur.
Meðan hon fyrireikar dagin, hevur hon stundir til eitt lítið prát.
Á skriviborði hennara liggja fleiri álit, sum eru skrivað seinastu nógvu árini um umstøðurnar og ynskini hjá tilkomnum fólkum.
- Allar kanningar, sum gjørdar eru siga, at eldri fólk vilja búgva sum longst í egnum heimi. Tað er ikki so løgið, tí tey hava einki val. Tey hava ikki møguleikan at fáa sær eina íbúð, og aftrat tí kemur beint nú, at illa ber til at selja stór hús, sigur Wanja Petersen.
Tann parturin kundi í nøkrum førum verið loystur við, at ein fíggingarstovnur keypir part í húsaognini, so eigarin fær pening til at umvæla húsini. Tað ger ikki petti, um minni verður at arva hjá eftirkomarunum, heldur Wanja Petersen.
Hon tosar seg heita, tí hon brennir bæði fyri umstøðunum hjá eldri fólkum og fyri samfelagnum sum heild.
- Nú haldi eg, at nóg mikið er kannað um hatta. Tað er bara at fara til verka, sigur hon.
Broyting kemur í
Wanja Petersen trýr ikki uppá, at tey, sum nú eru ung og tey komandi ungu, hava hug at fáa sær ovurstór hús og seta seg í stóra skuld, sum tey skulu brúka fleiri tíggju ár um at rinda aftur. Tey vilja hava ráð til at liva eitt gott lív, ferðast og ikki skula hugsa tað mesta av lívinum um at venda hvørjari krónu.
Hon vil hava, at tað í hvussu er í Havn so skjótt sum gjørligt verður farið undir at byggja íbúðir, og tað skuldi borið til, um ein loysn fæst við fígging úr Húsalánsgrunninum.
- Men eg haldi ikki, at vit skulu byggja eldraíbúðir, tí vit mugu ikki isolera aldurbólkar. Føroyska samfelagið er kent fyri sítt margfeldni, har ung og gomul búgva upp at hvør øðrum. Soleiðis eigur tað at vera, tí á sama hátt sum tey ungu hava brúk fyri teimum tilkomnu, eiga tey tilkomnu at vera millum yngri fólk.
Lív í miðbýin
Í Havn verður nógv tosað um at fáa lív í miðbýin, at fáa fólk at búgva har.
- Mítt uppskot er, at soppafongdi Kommunuskúlin verður rivin niður, og íbúðir verða bygdar á grundina. Tær íbúðirnar skulu bæði vera fyri ung og eldri. Tað er ikki nóg gott bara at byggja íbúðir, sum eldri fólk flyta inn í eittt nú á Løgmannabreyt, tí so fáa vit býlingar bara við eldri fólki.
Wanja Petersen nevnir eisini stóru fráflytingina úr Føroyum og úr Havn, har tey fægstu nú hava ráð at búseta seg. Ongantíð síðan annan heimsbardaga eru so fá børn fødd í Føroyum, tí fleiri ungar familjur flyta av landinum ella koma ikki heim aftur.
- Tað er ræðandi.
Tey flestu eru røsk
Hon orkar ikki fyri hugtakinum eldrabyrðan, tí eldri fólk eru ikki nøkur byrða fyri samfelagið. Bara 10-12 prosent av teimum gomlu gerast røktarkrevjandi.
- Hini eru røsk og frísk, og tey hoppa og sprella. Tað síggja vit her í Tilhaldinum. Her koma fleiri og fleiri fólk, og tey flestu eru tilvitandi um at liva eitt gott lív. Øll mugu taka ábyrgd av sínum egna lívi, og tað gera tey. Tey sita við nógvari vitan og eru eitt stórt tilfeingi fyri samfelagið, sigur Wanja Petersen.
Hon heldur, at ikki minst undir pedagogverkfallinum kom fram, hvussu týdningarmikið tað er at hava frísk og røsk tilkomin fólk.
Heilt nógvar barnafamiljur høvdu als ongar trupulleikar av at fáa børnini ansað, tí abbar og ommur, langabbar og langommur rættu eina hjálpandi hond.
- Eg veit eisini um børn, sum ikki høvdu familju í Havn, undir verkfallinum vóru hjá tilkomnum fólki, sum tey kendu. Okkurt par ansaði upp í sjey børnum. Tey tilkomnu eru ofta trygdarbólkur hjá trimum ættarliðum.
Skeiv mynd
Tað eru tey yngru fólkini, sum hava skapað myndina av gomlum fólkum, sum ein ússaligur samfelagsbólkur. Myndin er eitt skinklandi menniskja við rukkuttum hondum, stavi í hond, og sum má leiðast eftir eini gongd.
- Hatta er ikki veruleikan, og tað síggja vit væl her í Tilhaldinum. Tað er ikki so keðiligt at eldast. Sum onkur hevur sagt, er alternativið ikki gott. Her koma fleiri og fleiri fólk. Tey koma at syngja, gera fimleik, koma til fyrilestrar, á skeið, binda, lesa og spæla kort, og tey koma við á útferð. Fólkini eru tilvitandi, tey koma við uppskotum til innhaldið í húsinum, og soleiðis skal tað vera, sigur Wanja Petersen.
Summi tilkomin fólk aftra seg við at fara í Tilhaldið, tí tey halda seg vera ov frísk. - Bíða til seinni, siga tey.
- Tíbetur er hugburðurin við at broytast, og tað síggja vit av, hvussu nógv fleiri fólk vitja í Tilhaldinum. Tey koma her fyri at ríka sítt lív.
Klokkan nærkast 10 henda fyrrapartin, og fólk streyma inn. Knút Olsen setir seg við klaverið, og sangurin rungar í húsinum.