Nú gosið við Eyjafjallajøkull er minkað burtur í at kalla einki, eru íslendsku jarðfrøðingarnir byrjaðir at kanna, hvussu nógv kom upp úr gosopinum tær vikurnar, sum gosið vardi.
-Tað er komið meiri upp úr hesum gosinum enn tí gosinum, sum var í Heklu í 1947, og tað bleiv hildið vera eitt stórt gos. Í veruleikanum er hetta gosið størri, enn eg helt, sigur jarðfrøðingurin Reynir Bödvarsson, sum starvast á lærda háskúlanum í Uppsala, við svenska útvarpið.
Hann sigur, at 300 milliónir tons av øsku er komin úr gosinum við Eyjafjallajøkull.
-Stundum hevur tað verið so ógvusligt, at tað, sum kom upp um sekundið, vigaði líka nógv sum 100 persónbilar, sigur jarðfrøðingurin.
Íslendskir jarðfrøðingar hava sagt, at gosið kann gott kykna aftur, og Reynir Bödvarsson sigur tað sama.