Goymdi fimm kilo av kokain í kalkunum

Tvær kalkunir vístu seg at verða fyltar við kokain, tá ið ein bilur bleiv steðgaður í einum býi í Peru. Løgreglan í býnum Tarapoto í Peru hevur tikið ein bólk av kokainsmuglarum, sum smuglaðu fimm kilo av kokain inn í tveimum livandi kalkunum, skrivar Sky News.

Djórini ? og teirra kostnaðarmikla last ? bleiv uppdagað, tá ið løgreglan kannaði ein Turismo Ejecutivo SRL buss, eftir at hava móttikið eitt tipp um hendingina.

 

Í fyrsta syfti eydnaðist tað ikki løgregluni at finna nakað nevnivert, men so varnaðist løgreglumenninir kalkunirnar, sum eftir øllum at døma sóu heldur feitar út.

 

Og tá ið løgreglumenninir kannaðu kalkunirnar, vóru teir skjótir at staðfesta, at djórini vóru skorin upp í bringuni, og síðani seymaði aftur.

 

Ein lækni bleiv tilkallaður, og eftir at hava tikið 28 plastikkapslar úr kalkunum, vóru íalt 4,8 kilo av kokain funnin.

 

Smuglararnir vóru handtiknir, og djórini hava tað eftir umstøðunum gott.