Goyma viðkvæmar upplýsingar uppi á Sornfelli

Í Sornfelli er trygt pláss langt inni í fjallinum

 

Sornfelli kann brúkast at goyma viðkvæmar og týdningarmiklar upplýsingar hjá føroyingum.

Tað heldur Alfred Olsen, formaður fyri tingmanningini hjá Sambandsflokkinum, og formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum.

 

Inni í fjallinum er nógv pláss, og nógv rúm, har radarstøðin húsaðist. Men hon er nú niðurløgd og síðani hava ymisk uppskot verið frammi um, hvat hølini í fjallinum skulu brúkast til.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Framsókn um at broyta tilbúgvingarlógina, so at hon eisini skal tryggja, at talgildir upplýsingar, sum eru týdningarmiklir fyri samfelagið, skulu goymast í Føroyum.

Hetta skal gerast fyri at tryggja virkisførið hjá samfelagnum í sambandi við skaðahendingar, vanlukkur, skipað brotsverk, yvirgang, krígsstøður og annað.

 

Og tá gjørdi sambandsmaðurin greitt, at hann tekur undir við, at føroyingar sjálvir skulu hava ábyrgdina av at goyma, viðgera og tryggja slíkar upplýsingarnir fyri at tryggja virkisførið hjá samfelagnum.

 

Her er talan um upplýsingar í samband við at skráseta og veðseta í fastogn, skuld og áogn hjá borgarum hjá landi og kommunum, upplýsingar um innistandandi og lán og flytingar í peningastovnum, sjúklingaskráir, upplýsingarnir í blóðbankanum, kirkjubøkur, persónsskráir og mangt annað.

 

Alfred Olsen staðfestir, at vit hava nógv dugnaligt KT fólk, sum kann átaka sær hesar uppgávur. Hann vísir somuleiðis á, at tá ið netbankin varð fluttur av landinum, varð tað ført fram, at hetta fór at menn KT vinnuna í Føroyum.

- Men tað hava vit ikki sær nógv til, leggur hann afturat.

 

Tingmaðurin fyri Sambandsflokkin heldur, at vit eiga at goyma hesar upplýsingar í tveimum støðum, einum tryggum staði og einum serliga tryggum staði.

Og slík trygg støðu kunnu gott vera í Føroyum, sigur hann.

Alfred Olsen vísir á, at uppi á Sornfelli er nógv rúm og nógv pláss inni í sjálvum fjallinum, har radarstøðin var og tað má metast at vera eitt trygt KT stað at goyma slíkar upplýsingar í.

- Har kunnu vit goyma okkara egnu upplýsingar, men vit kunnu eisini bjóða okkum fram at goyma upplýsingar fyri onnur, sigur Alfred Olsen.

- Tað hevði tryggjað at upplýsingarnir verða goymdir á tryggum staði, men tað hevði eisini ment førleikarnir hjá føroyingum á KT økinum, sigur Alfred Olsen.