Goyma gass í Bretlandi

Næsta ár verður neyðugt hjá bretum at keypa gass úr útlondum, og norska Statoil er eitt av feløgunum, sum liggur framvið.

Statoil hevur í samstarvi við tvey bretsk orkufeløg gjørt av at byggja eina stóra gassgoymslu har suðuri í Onglandi. Goymslan, sum verður undir jørð, skal rúma 420 milliónum rúmmetrum, og hon verður eftir ætlanini klár at taka í nýtslu í 2009. Tó verður roknað við, at tað fyrsta gassið kann sendast hagar ígjøgnum rørleiðingar úr Norðsjónum longu í 2006.

Leiðslan í Statoil vil ikki siga, hvat tann nýggja gassgoymslan fer at kosta. Felagið hevur frammanundan eina gassgoymslu í Týsklandi.