Løgreglan hevur ikki fingið nakra fráboðan um trupulleikar við ferðsluni í sambandi við longu bíðirøðina til korona-kanningar í dag. Men í gjár vóru trupulleikar av hesum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni. Tað er serliga bussleiðin, sum hevur verið ávirkað av hesum, tí bussarnir hava sína vanlgiu rutu.
Skálafjarðar Sløkkilið varð sent út í eini hús, tí tað bleiv fráboðað, at har var nógvur roykur, og íbúgvin stúrdi fyri, um eldur var í. Tá sløkkiliðið kom á staðið vísti tað seg tíbetur, at talan bara var um royk, og eingin vandi var á ferð. Roknað verður við, at hetta hevur okkurt við komfýrin og eina grýtu at gera. Fyri at eingin roykskaði skuldi standast av roykinum, bleiv tað lufta út væl og virðiliga.
Um døgurðatíð fekk løgreglan eina aðra fráboðan, hesa ferð úr Suðuroynni. Hetta er ein fráboðan um ein trupulleika, sum nógv fólk kanska ikki hugsa so nógv um, at er ein trupulleiki, fortelur vaktleiðarin.
Ein hundur bleiv við at goyggja úti, og hetta var til ampa fyri fólk. Sambært hundalógini, so skal ein hundur koyrast inn, um hann áhaldandi goyr. Um tað ikki hjálpir, so kann hundurin sambært lógini avlívast. Vaktleiðarin sigur, at hetta er nakað, sum politiið fær fráboðan um av og á, men ikki so ofta. Hesin hundurin gavst at goyggja, tá hann kom inn, og so var hesin trupulleikin loystur.